74 fráboðanir eftir seks tímum

Var dagurin í gjár friðarligur hvat fólki viðvíkur, so hevði løgreglan úr at gera at avgreiða fráboðanir um vindskaðar.

- Tað byrjaði um 11-tíðina í gjár, og helt fram inntil klokkan 17. Hesar seks tímarnar fingu vit 74 fráboðanir um vindskaðar, sigur vakthavandi á politistøðini.

Miðøkið var hart rakt, men ringast stóð til í Suðuroy.

- Okkurt tak var fokið av, og onkur galvur blástur inn. Men annars var boðað frá nógvum vindi og vindskaðum í nevndu oyggjum, og eisini var okkurt fráboðað í Klaksvík, sigur vakthavandi.

Hann minnir tó á, at tær 74 fráboðanirnar, sum koma til politiið, langt frá umboða allar vindskaðarnar, sum eru hendir.

- Fólk ringja jú eisini beinleiðis til bjargingarfeløgini uttan um okkum, so talið er í veruleikanum nógv hægri, enn teir 74 vindskaðarnir, vit hava fingið boð um, sigur vakthavandi.

Hinvegin hevur verið ógvuliga friðarligt, tá um fólk umræður.

- Vit hava bert verið úti ta einu ferðina og tikið ein fullan mann upp. Annars hevur verið sera friðarlit í so máta, sigur vakthavandi.