Talið av cruise gestum hevur verið í støðugum vøkstri í nógv ár og setti nýggj met í 2014.
Talið av skipum hevur verið rættiliga støðugt seinnu árini, men tað er serliga talið av ferðafólkum sum økist. Hetta kemst av, at cruiseskipini sum heild gerast størri og hava pláss fyri fleiri gestum.
Talið av cruisegestum er meira enn fimmfaldað síðani 1999. Í 2014 vitjaðu sostatt 50.304 cruisegestir í Føroyum við 54 ymsum cruiseskipum. Harafturat vóru 22.970 starvsfólk umborð, og nógv av teimum velja eisini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gevur eitt samlað gestatal upp á 73.274 fólk.
Størsti parturin av skipunum leggja at í Tórshavn, men seinastu trý árini hava fleiri skip enn vanligt lagt at í Klaksvík.
Flestu gestir í 2014 komu úr Stóra Bretlandi, Týsklandi, USA, Canada og Australia.