Eitt flogfar hjá íslendska felagnum Icelandair, sum setti seg í Billund nú um dagarnar, hevði ein heldur sjáldsaman farm. Í flogfarinum vóru 15 bingjur við tilsamans 73 íslendskum rossum.
Kristinn Guðnason, sum er formaður í felagnum hjá rossabóndrunum í Íslandi, sigur við íslendska kringvarpið, at í summar vórðu bara nøkur fá ross send av landinum, og at tað er helst orsøkin til, at so mong ross vóru send ísenn nú.
Íslandsrossið er sera væl umtókt í Danmark, men eftirlitið við innflutninginum er strangt, sigur formaðurin.