72 lík funnin í Meksiko

Á einum bóndagarð í landnyrðingspartinum av Meksiko hava hermenn funnið líkini av 72 fólkum, teirra millum 14 kvinnum. Hermenninir komu fram á líkini aftan á ein skotbardaga millum hermenn og rúsevnasmuglarar.

-Líkini av teimum myrdu vórðu funnin á einum bóndagarði nærhendis býnum San Fernando og sostatt ikki langt frá markinum til amerikanska statin Texas, sigur meksikanski herurin í einari fráboðan.

Myndugleikarnir í Meksiko siga, at síðani desember í 2006 hava meiri enn 28.000 fólk latið lív í bardaganum millum myndugleikarnar og rúsevnaharkaliðini.