Annað ferðamannaskipið av teimum 43, sum hava boðað frá vitjan, kom á Havnina í morgun. Talan er um ferðamannaskipið Astoria , sum kemur úr Kirkwall í Orknoyggjum.
Fyrsta ferðamannaskipið vitjaði fyri einum mánaði síðani, og var tað Magellan, sum kom úr Amsterdam ávegis til Reykjavíkar.
Talan er um gamalt skip, sum vitjar í dag. Tað varð sjósett í 9. september í 1946 av Götaverken í Göteborg í Svøríki til Swedish America Line, SAL.
Skipið hevur skift eigarar fleiri ferðir hesi næstan 72 árini og hevur havt nøvnini: Völkerfreundschaft, Volker, Fridtjof Nansen, Italia I, Italia Prima, Valtur Prima, Caribe, Athena, og Azores áðrenn skipið í mars í 2016 fekk núverandi navnið Astoria.
Klokkan 20 í kvøld fer Astoria av Havnini til Klaksvíkar.










