Yvir túsund muslimskir pílgrímar hava antin latið lív ella hava fingið løstir uttanfyri Mekka í dag.
Sambært seinastu tølunum frá Saudiarabiskum myndugleikum, so eru 717 pílagrímar deyðir og 815 hava fingið løstir. Tað skrivar tíðindastovan Al-Jazeera.
Vanlukkan hendi nærhendis Mina, ið er eitt stað uttanfyri Mekka, har pílagrímar kasta steinar eftir trimum grótveggum, sum eitt symbol á, at man steinar djevulin.
Myndugleikarnir siga, at ov nógv fólk vórðu samlaði í Mina, tá tað av onkrari orsøk kom ræðsla í fjøldina, ið gjørdu at hundraðtals av menniskjum vórðu kroyst til deyðis, tá fólk byrjaðu at renna fyri lívinum.
Umleið 4.000 hjálparfólk og 220 sjúkrabilar eru á staðnum í løtuni.
Talan er um størstu vanlukkuna í samband við árliga pílagrímsferðina síðani 1990, tá 1.426 pílagrímar lótu lív í eini líknandi vanlukku.
Muslimar úr øllum heiminum ferðast í hesum døgum til heilagasta býin hjá muslimum, Mekka, í samband við árligu pílagrímsferðina.










