7168 tons seld fyri góðar 26 milliónir

Fyrsta afturlatna uppboðssøla hevur verið í dag

Fyrsta afturlatna uppboðssølan av rættindum hevur verið í dag. Vørn umsat hana.

 

Til sølu vórðu 5447 tons av makreli, 1107 tons av botnfiski í russiskum sjógvi og 614 tons av botnfiski í norskum sjógvi.

 

Les eisini: Fyrsta afturlatna uppboðssøla hildin í dag

 

Søluprísurin fyri botnfiskin endaði á 3,01 krónum pr. kilo. P/f Akraberg keypti 937 tons í russiska partinum av Barentshavinum og JFK Trol fekk hini 170 tonsini. Tað verða skipini Akraberg og Gadus, ið skulu fiska. Keypsprísur tilsamans gjørdist góðar 8,5 milliónir.

 

Tey 614 tonsini í norska partinum av Barentshavinum, keypti JFK Trol til Sjúrðarberg at fiska.

 

5447 tons av makreli í føroyskum og altjóða sjógvi vórðu eisini seld á uppboði í dag. Søluprísurin gjørdist 3,25 krónur pr. kg. Keypsprísur fyri tey 5447 tonsini var tilsamans 17.7 milliónir.

 

P/f Næraberg keypti tilsamans 2300 tons til skipini Næraberg, Borgaran og Norðing at fiska. Borgarin og Næraberg fáa hvør síni 1000 tons, meðan Norðingur fær 300 tons.

 

Norðborg gjørdist størsti einstaki keypari við 1500 tonsum.

 

Hinir keypararnir vórðu: Sp/f Framherji fekk 700 tons til Høgaberg, P/f Jókin fekk 850 tons til Fram og p/f Gulenni fekk 97 tons til Tummas T.