715 størv vóru í ferðavinnuni í Føroyum

Ferðavinna telist millum tær vinnur, sum í heimshøpi vaksa skjótast. Sambært WTO er altjóða ferðavinnan sum heild vaksin við 4-5% árliga seinastu nógvu árini, og væntast sami vøkstur fram til 2020.

 

Flest lond kring okkum hava havt stóran vøkstur í nevnda tíðarskeiði.

Tað skrivar Visit Faroe Islands í ársfrágreiðingini fyri 2019.

Visti Faroe Island skrivar í ársfrágreiðingini fyri 2019, at hóast Føroyum vantar neyv hagtøl frá 2003-2012, kann staðfestast, at okkara vøkstur søguliga sæð hevur verið nógv lægri, enn í hinum londunum rundanum okkum, og tað sama við gistitalinum.

– Tað lága ferðafólkatalið samanborið við onnur lond, var útgangsstøðið fyri strategiina, sum Visit Faroe Islands setti út í kortið í 2013, í tøttum samstarvi við vinnuna. Vinnan hevði tørv á fleiri kundum til at fáa ferð á menningina, og tí varð lagt út við, at í fyrsta umfari hava fokus á marknaðarmenning fram um vørumenning, fyri at fáa vøkstur í ferðavinnuna í Føroyum. Nú byrja vit at hóma ein vøkstur, og tí er tíðin eisini komin til at uppraðfesta menningarpartin. Hetta er gjørt í 2018, har nýggj menningardeild er sett á stovn og farin til verka.

Visit Faroe Islands  skrivar í ársfrágreiðingini fyri 2019, at Føroyar hava eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fyri tann kræsna ferðandi eru Føroyar ein serstøk uppliving, sum ein ikki finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika og framhaldandi effektiva marknaðarføring, detta Føroyar burtur ímillum tey mongu ferðatilboðini, ið eru at finna. Fyri at vinnan skal gerast fíggjarliga burðardygg, krevst framhaldandi vøkstur.

Strategiin leggur dent á trý fokusøki:

1. At samskipa marknaðarføringina út frá einum felags brandi: Øll marknaðarføring skal samskipast við útgangs- støði í einum felags ferðavinnubrandi fyri Føroyar - fyri best møguligu effekt.

2. Karmar: Arbeiða við at skapa best møguligu karmar fyri vinnuna. Lóggávan má betrast á tann hátt, at hon gevur tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar.

3. Menning: Vera við til at menna vinnuna burðardygt sum heild í tøttum samstarvi við lokaløkini. Vera ráðgevandi í vørumenning, íløgumenning og útbúgvingarmenning, eins og at veita fíggjarligan stuðul til økir og vinnu. 

Visjónin hjá Visti Faroe Islands er, at ferðavinnan skal verða ein nýggj grundvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.

Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020.

Langríðarmál fram til 2020

Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið sum serstøk, áhugaverd og burðardygg ferðavinnutjóð. 

2020:

· 200.000 gistingar · +450 arbeiðspláss

(í mun til hagtøl fyri 2011) · 1 mia. kr. í umsetningi

Ein mia. í umsetningi fram til 2020 inniber, at vinnan skal hava ein árligan vøkstur á í miðal 10-11% árliga fyri at røkka málið. Málini eru realistisk at náa við verandi fortreytum.

Fleiri gistingar geva gistingarstøðunum eitt hægri gistital, og ein øktur umsetningur kemur at gagna allari vinnuni. Arbeiðspláss verða skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá ferðaleiðarum, upplivingarveitarum, flutningsfeløgum, gistingarhúsum og matstovum til sølu- og marknaðarfunktiónir. Aðrar hjávinnur fara eisini at fáa ágóða av hesum vøkstrinum.

Marknaðarføring og menning

Frá 2013 til 2017 hevur alt fokus hjá Visit Faroe Islands verið á altjóða marknaðarføringina, til tess at fáa neyðuga vøksturin fyri at fáa betri fíggjarliga burðardygd í vinnuna. Størst møguligur partur av játtanini hevur hesi árini tískil verið nýttur til marknaðarmenning framum vøru menning. Arbeitt hevur verið - og kemur eisini framhaldandi at vera - við at leingja ta stuttu árstíðina, og sostatt selja Føroyar sum ferðamál alt árið. Hetta verður gjørt við at royna at fáa fleiri ráðstevnur og ávísar áhugabólkar, sum hóska til okkara útboð. Hetta ger tað eisini lættari at fáa fleiri av teimum “røttu“ ferða fólkunum, ið leggja mest møguligan pening eftir seg. Áhugabólkarnir finnast á øllum teimum raðfestu marknaðunum.

Frá 2018 fekk Visit Faroe Islands eisini ábyrgd fyri innlendismenning. Í 2018 varð menningardeildin stovnað, fleiri átøk vórðu sett í verk og arbeitt varð við eini menningar- strategi, ið varð sett í sjógvin á vári 2019, ið leggur stóran dent á at varðveita Føroyar sum eitt burðardygt ferðamál.

Sambært greining, sum grannskoðarafelagið Deloitte hevur gjørt fyri BetriBanka, so vóru 715 størv í ferðavinnuni í fjør.

Í greiningini skrivar Deloette millum annað soleiðis:

»Føroyska ferðavinnan hevur annars upplivað ein sannførandi vøkstur hesi síðstu sjey árini við árligum vøkstri í inntøkunum frá útlendskum ferðafólkum á 10 prosent. Umframt at hava íbornan møguleika at gerast ein týðandi útflutningsvinna í Føroyum, hevur ferðavinnan víst seg sum ein framúr góður starvskapari seinnu árini. Størv knýtt at innkomandi ferðavinnu eru næstan tvífaldað frá 384 í 2011 til 715 í 2019. Samlaða talið av størvum í høvuðsárstíðini er mett til áleið 1500.

Føroyska ferðavinnan er framvegis lutfalsliga lítil. Í 2019 svaraði virðisøkingin frá innkomandi ferðavinnuni til 2,2% av samlaðu virðisøkingini samanborið við 12% í fiskivinnuni. Áðrenn korona rakti vinnuna, bleiv ferðavinnan sædd sum ein av vakstrarmotorunum í føroyska búskapinum. Seinnu árini eru stórar íløgur gjørdar í at víðka um hotelkapasitetin og at styrkja føroyska flogfelagið Atlantic Airways. Samstundis hava Føroyar megnað at sett oyggjarnar á heimskortið sum eitt av heimsins mest áhugaverdu ferðamálum við at gagnnýta virðisløntar lýsingarherferðir.

Í 2019 vóru inntøkurnar frá innkomandi ferðavinnuni 784 milliónir krónur. Áðrenn korona rakti vóru útlit til, at umsetningurin fór at økjast til 1,5 miljard krónur í 2025. Ein einføld framrokning av gongdini seinnu árini vísir, at talið av ársverkum tá hevði vaksið til áleið 1.350. Tað svarar til ein árligan vøkstur á 130 størv fram til 2025. Árinini av vaksandi ferðavinnuni røkka tó væl út um vinnuna sjálva. Vegna sambondini millum vinnugeirarnar og avleitt virksemi verður varisliga roknað við einum multiplikator á 1,2, sum merkir, at 1 króna í virðisøking í ferðavinnuni viðførir 20 oyru í avleiddum virksemi.«