Komandi skúlaár ganga seks fleiri næmingar í fólkaskúlan. Í fyrstu flokkunum eru 18 fleiri næmingar enn seinasta skúlaár.
Tá skúlarnir byrja aftur mánadagin fara 715 børn í skúla á fyrsta sinni.
Skúlablaðið skrivar, at av teimum 715 børnunum fara 30 í fyrsta flokk í frískúlunum, sum eru. Skúlin, sum tekur ímóti teimum flestu næmingunum í 1. flokki, er Skúlin við Løgmannabreyt, sum fær 50 næmingar.
Í 13 skúlum er talið á næmingum, sum fara í 1. flokk, lægri enn 10.
Hóast tosað verður um lækkandi barnatal, so hevur talið á næmingum, sum fara í 1. flokk, verið ógvuliga støðugt síðstu árini.
Í 2013 fóru 697 næmingar í 1. flokk
Í 2012 fóru 750 næmingar í 1. flokk
Í 2011 fóru 749 næmingar í 1. flokk
Í 2010 fóru 740 næmingar í 1. flokk
Í skúlaárinum, sum nú byrjar, ganga 7.024 næmingar. 178 teirra ganga í frískúlum.
Í fjør var samlaða talið 7018 næmingar.