71 tilburðir við koronu í gjár

Í gjár vóru 71 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

3.216 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 665 smittað í Føroyum. Tilsamans hava 2082 fólk nú havt koronu í Føroyum, síðani smittan varð staðfest fyrstu ferð 3. mars í gjør. 1415 av teimum eru frísk aftur. Tað vil siga, at í løtuni eru 32 prosent av øllum teimum, sum hava verið sjúk tilsamans, smittað við koronu.