71 deyð í flogvanlukku

Eitt ferðafólkaflogfar datt í dag niður við høvuðsstaðin í Kirgistan, Bisjket, sum hevur kravt minst 71 mannalív Talan var um eitt Boeing 737 flogfar, ið sambært keldum hevði 83 ferðafólk umborð.

Tað hevur annars valdað ivi um, hvussu nógv fólk vóru umborð, og harvið hvussu nógv hava latið lív.

Ein talsmaður fyri lufthavnina sigur, at manningin á flogfarinum gjørdi vart við tekniskar trupulleikar 10 minuttir eftir, at flogfarið var farið úr kirgiska høvuðsstaðnum við kós móti iranska høvuðsstaðnum, Teheran.