71% av grønari el-framleiðslu

Hagtølini hjá SEV visa, at seinasta hálva árið eru 71% av orkuframleiðsluni komin frá varandi orkukeldum

Tað kann væl vera, at føroyingar hava hug at ilskast um vind og avfall stóran part av vetrarhálvuni, men hjá SEV er talan her als ikki um nakra keðiliga árstíð.

 

Frá oktober 2014 til mars 2015 – í eitt hálvt ár – hevur SEV í miðal framleitt 71 prosent av elorkuni úr vatni og vindi. Mesta vindorka á elnetinum higartil hevur verið heilt uppi á 85 prosentum av framleiðsluni tilsamans.

 

Fyrsta ársfjórðing 2015 lág elframleiðslan úr vatni og vindi uppi á 73 prosentum, tó at tað bæði hevur verið minni vindur og regn fyrsta ársfjórðing í 2015, sammett við sama tíðarskeið 2014. Framleiðslan úr vatni var 53,5 prosent fyrsta ársfjórðing 2015, og framleiðslan úr vindi var 19,7 prosent í tíðarskeiðnum. Harumframt øktist elframleiðslan fýra prosent í fyrsta ársfjórðingi 2015, sammett við fyrsta ársfjórðing 2014, skrivar SEV á heimasíðu sínari.

 

Størsta orsøkin til øktu framleiðsluna úr varandi orkukeldum eru íløgurnar, sum eru gjørdar seinnu árini. Størstu íløgurnar hava verið vindmyllurnar í Neshaga og Húsahaga, útbyggingarnar á Eiðisverkinum og nýggi tunnilin omanfyri Norðskála og suður móti Selatrað.