701 tilburðir í gjár

Í gjár vóru 701 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 1.269 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.793 smittað við korona, 23 eru innløgd við korona, harav fimm eru innløgd vegna korona, og 22 eru deyð við korona í Føroyum.

 

Smittutrýstið í gjár var 55 prosent. Og nú hava 27.701 føroyingar havt koronu.