Tað var stórur spenningur í gekka-spælinum í kvøld. Høvuðsvinningurin var á 2,1 miljón krónur, og tað var Maibritt Gudmundsen í Sumba, sum hevði fulla plátu.
Fjarritari var Ragnar Gudmundsen, og tað var ikki lítið, hann vann henni heim, sum átti plátuna í spælinum í kvøld.
Maibritt Gudmundsen valdi at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar við 700.000 krónum í hvørjum leypi.
Bæði í fyrstu og aðru royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum í fyrsta drátti í kvøld gav 60.000 krónur - og í øðrum drátti 40.000.
Í kvøld boðaði gekka-verturin, Petrina Berg á Lag, nevniliga frá, at talið í fyrsta drátti bleiv faldað við trý - og í øðrum drátti við tvey.
Sjálvandi - bert um hjólið ikki steðgaði á nøkrum leypi!
Hóast bæði 60.000 og 40.000 krónur eru góðir vinningar, trúði Maibritt Gudmundsen í kvøld eftir øllum at døma upp á eydnuna og vildi hava fjarritaran eisini at brúka triðja og seinasta møguleikan.
Rætt gjørdi hon, og hesaferð eydnaðist tað!
Í seinastu royndini steðgaði hjólið "stille og roligt" á reyða leypinum, og soleiðis endaðu heilar 700.000 skattafríar krónur í Sumba í kvøld.
- Oh, my goood... hoyrdist aftan fyri fjarritaran, og tað var gekka-vinnarin, sum nú rættiliga læt við seg koma.
Fjarritarin, Ragnar Gudmundsen, helt fyri, at hetta var virkuliga flott og takkaði nakrar túsund ferðir fyri fantastiska vinningin í kvøld.
##med2##












