Munurin á lønini hjá einum vanligum arbeiðsmanni og einum borgarstjóra, sum samstundis er løgtingslimur, hevur verið upp og vent fleiri ferðir í valdystinum. Í Sosialinum, sum var borin í hvørt heim í dag, ber til at samanbera lønina hjá tínum borgarstjóra við ein arbeiðsmann.
Tað var í fimmaranum, tá Jógvan Skorheim, formaður í Nýggjum Sjálvstýri, skuldi svara spurningum frá áhoyrarum, at hann varð spurdur, hvussu stórur munurin var á lønini hjá einum borgarstjóra, sum samstundis var løgtingslimur, og einum arbeiðsmanni.
Heili 14 borgarstjórar stilla upp til løgtingsvalið 1. septembur, og tí er spurningurin sera viðkomandi, hóast neyvan allir 14 vera valdir inn á ting. Annika Olsen, landsstýriskvinna, reisti eisini spurningin, hvørt borgarstjórar skuldu sleppa at vera løgtingslimir samstundis, men áðrenn hon fekk gjørt nakrar broytingar á økinum, varð val útskrivað.
Eftir at hava kannað tølini vísir tað seg, at munurin er stórur. Ógvuliga stórur.
Um útgangsstøði verður tikið í Jógvani Skorheim, so forvinnur hann 46.808 krónur um mánaðin í løn sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, ið hevur 4.948 borgarar. Harumframt fær hann 44.102 krónur um mánaðin í løn sum løgtingsmaður, tá allar viðbøtur eru íroknaðar.
Verkamaðurin fær 21.613 krónur um mánaðin. Sostatt fáa bæði løgtingslimurin og borgarstjórin meiri enn tvífalt so høga løn sum verkamaðurin, meðan Jógvan Skorheim, ta tíð hann var løgtingslimur fyri Sjálvstýri, fekk næstan 70.000 krónur um mánaðin meiri í løn enn verkamaðurin. Tað svarar til góðar 830.000 krónur um árið.
Og tá er eftirlønin ikki við í roknistykkinum.
Les meiri um lønarmunin í Sosialinum, ið var borin í hvørt heim í dag.