Fyrsta afturlatna uppboðssølan av fiskirættindum verður hósdagin 24. august 2017.
Tað skrivar Vørn í tíðindaskrivi í morgun.
Rættindini, ið seld verða, fevna um hesi fiskasløg og nøgd:
· Makrelur: 5.447 tons
· Botnfiskur: 1.107 tons (Russiski parturin í Barentshavinum)
· Botnfiskur: 614 tons (Norski parturin í Barentshavinum)
Tey hava rætt at bjóða, ið hava eitt fiskifar undir føroyskum flaggi. Munurin fyrr og í ár er, at einki veiðiloyvi krevst fyri at bjóða á uppboðssøluni í ár.
Feløg kunnu eisini bjóða, ið leiga føroysk skip at fiska fiskin, ið tey keypa. Tá skal føroyskur ognarskapur tó prógvast.










