Um vikuskiftið skipar Mjølnir fyri kapping fyri yngru liðini í flogbólti. Øll kappingin verður í Klaksvík.
Heili 102 lið hava tekna seg til kappingina, og umfatar hetta umleið 700 ungdómar, sum fara at leika eitt ótal av dystum - ein tann størsta ungdómskappingin, sum Mjølnir hevur fyriskipað.
Kappast verður í bólkunum:
Kids 0
Kids 1
Kids 2
Kids 3
Gentur 12
Dreingir 12
Gentur 14
Dreingir 14
Gentur 16
Dreingir 16
Kvinnuunglingar
Mansunglingar
Kappingin byrjar í kvøld og endar sunnudagin. BankNordik er stuðul hjá Mjølni.

700 ungdómar kappast í flogbólti í Klaksvík





