Í morgun stríddust tey við at seta allar hesar hundraðtals lutirnar uppá pláss. Men í ovurmorgin letur X-tra upp í leigaðum hølum í sama bygningi, har bókahandilin hjá Hjalmari Jacobsen áður helt til.
- Vit meta at tørvur er á einum handli við bíligum og spennandi lutum, ið ein ikki fær so nógva aðrastaðni, sigur Jana Johannesen.
Líknandi handlar sum hesin eru kendir í Danmark. Sermerki teirra eru teir bíligu gávulutirnir, sum kosta frá 10 krónum og upp í 200 krónur, - teir flestu tó í bíligara endanum.
Fyri at fáa pláss fyri øllum hesum 700 ymisku gávulutunum er kjallarahæddin eisini innrættað sum handil.
- Her er okkurt til øll, slær Jana Johannesen fast.










