Rúsevnini vóru funnin í Føroyum, men tollvaldi valdi ikki at gera meira við málið enn at varskógva íslendska tollvaldið.
Tá Norrøna kom til Íslands í gjár, legði íslendska tollvaldið hald á 20 kilo av rúsevnum. Talan var fyrst og fremst um Hasj, men onnur evni vóru eisini við í bilinum, sum hundurin hjá føroyska tollvaldinum valdi sær, tá Norrøna var í Føroyum í fyrradagin.
- Vanliga fáa vit teir bilarnar í land sum skulu, og síðani koyra vit hundin umborð at kanna teir sum eru eftir, siga teir frá tollvaldinum.
Orsøkin til, at 70 ára gamli týskarin ikki var handtikin í Føroyum, er at bilurin stóð á dekkinum, har ongin atgongd er fyri ferðandi, so føroysku tollararnir vóru vísir í, at maðurin onga møguleika hevði at flyta ella burturbeina rúsevnini, áðrenn hann kom til Íslands.
Maðurin situr nú varðhaldsfongslaður í Íslandi, har hann í fyrsta lagi skal sita til 16. septembur.
Vanliga eru tað ikki fólk á so høgum aldri, sum tollvaldið í Føroyum handtekur, men tað kemur meira enn so fyri at fólk eru komin nakað upp í árini.
Frá tollvaldinum siga teir eisini, at teir hava tikið fleiri fólk í ár, enn seinastu sumrini, so rúsevnir eru helst ein vaksandi trupulleiki.










