10. mars verður góður 70´ára dansur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tíðarskeiðið var nakað serstakt, hvat viðvíkir tónleiki, og í mentanarhúsinum verður høvi at enduruppliva hetta tíðarskeið. Hetta tíðarskeiði setti rokk, blús og popptónleikinum varandi spor eftir seg.
Beatles, Rolling Stones, Cat Stevens, Bob Dylan, Shadows, Procul Harum, Focus, Pilot, ELO, Eric Clapton, Chicago, 10 CC, Elton John og onnur gjørdu um seg.
Alt hetta og nógv gott afturat kanst tú hoyra í Mentanarhúsinum tann 10. mars, tá ið bólkurin Flower Power fer á pallin saman við plátuvendaranum Atla Larsen.
Teir, ið spæla við Flower Power, eru allir royndir tónleikarar úr Eysturoynni.
Jónsvein Eliassen Hammond, keyboard og sang, Kaj Johannesen trummur og sang, Magnus Jacobsen gittar, klaver og sang og Jákup Olsen, bass.










