Chance The Rapper er millum heitastu ungu rappararnar í USA í løtuni, og fleiri plátufeløg liggja framvið at fáa klørnar í rapparan.
The Independent skrivar, eitt plátufelag hevur boðið Chance The Raptter heili 70 milliónir krónur í forskoti, um hann vil gera eina avtalu við tey, men hann hevur sagt pent nei takk, tí hann vil heldur standa á egnum beinum fyribils.
Chance The Rapper hevur staðið seg so væl, at hann á Grammy heiðurskvøldinum fyri viku síðani yvirhálaði bæði Kanye West og Drake og vann heiðursløn fyri bestu rapp-útgávu, bestu rapp-framførslu og besti nýggi artistur.
Chance The Rapper sigur, at hann hevur ikki brúk fyri einari avtalu við plátufeløg. Hann fær sínar pengar burtur úr konsertum og at selja fylgivørur.









