70 kilometrar eftir á mál

Nú styttist hjá Aksel Haraldsen og hinum á Team Rynkeby, ið súkkla úr Danmark til Paris.

Tá vit tosaðu við Aksel Haraldsen í áðni, vóru bara 70 kilometrar eftir, áðrenn teir okkurt um 1000 súkklararnir í felag súkkla oman eftir Champs Elysees fyri síðani at enda við Eiffeltornið.

 

Í morgun hava teir higartil súkklað okkurt um 50 kilometrar.

 

Súkklað verður fyri eitt gott endamál, nevniliga fyri at savna pengar til krabbasjúk børn og teirra familjur.

 

Enn er einki endaliga gjørt upp, men roknað verður við, at í ár fara súkklararnir at savna saman umleið 20 milliónir krónur. Pengarnir koma í høvuðsheitum frá stuðlum.