70 høsn doyðu í eldi Morskranesi

Tá eldur í kvøld kom í ein verkstaðsbygning á Morskranesi, doyðu eisini 70 høsn, sum vóru í einum uppíbygdum høsnarhúsi.

Tá eldur í kvøld kom í ein verkstaðsbygning á Morskranesi, doyðu eisini 70 høsn, sum vóru í einum uppíbygdum høsnarhúsi.

 

Eigarin av bygninginum, Mortan Justesen, sigur, at eingin høna var brend til deyðis, men allar vóru tær deyðar av roykeitran.

 

- Tá eg um gott 20-tíðina í kvøld varnaðist, at eldur var í, ringdi eg og boðaði frá eldinum. Brandbilar vóru nokso skjótir á staðið, men bygningurin stóð ikki til at bjarga.

 

Mortan Justesen sigur, at hetta var ein bygningur úr timbri, og bygningurin var eisini klæddur við timbri og vælbjálvaður.

 

- Tað gekk so skjótt fyri seg, at tá sløkkiliðið kom, stóð bygningurin ikki til at bjarga, og alt fór upp í royk, sigur hann.

 

Mortan hevur í fleiri ár havt kríatúr, eitt nú hønur, dunnur, gæs og seyð, men í hesum førinum vóru bara hønurnar inni.

 

- Tá roykurin er komin á tær, og tað er vorðið myrkari inni, hava hønurnar helst sett seg upp á vaglið, og tá hava tær ivaleyst verið skjótari eitraðar, enn um tær hildu seg niðri á gólvinum.

 

Mortan Justesen sigur, at hetta vóru góð høsn, sum hann hevur arbeitt við at ala fyri at fáa besta úrslitið burtur úr. Men, nú eru tær so allar farnar.

 

 

 

 

 

- Tað var ikki ein høna av øllum teimum 70 á lívi. Sjálvandi er tað harmiligt, at hetta skuldi enda so, men tað gerst einki við tað, nú alt er farið upp í royk, sigur Mortan Justesen.