Herfyri samtykti Tórshavnar býráð, at útbyggja havnina á Argjum, so hon fær pláss fyri 70 fleiri bátaplássum.
Hetta hendir samstundis, sum ætlanin um eina smábátahavn á Sundi verður slept.
Ætlanin á Sundi varð mett at kosta um 30 milliónir krónur, men skuldi aftur fyri rúma nakað meiri enn 70 nýggjum bátaplássum.
Ætlanin á Argjum er, at bróta ta brúnna niður, sum gongur út frá kaikantinum, sum sæst á myndini, og so leggja nakrar flótibrúgvar út í staðin.
Summir argjamenn bera tó ótta fyri, at tað fer at runa illa innast í havnini, um botnfesta brúgvin verður tikin burtur, og flótibrúgvar verða lagdar í staðin.
Kostnaðurin at taka botnføstu brúnna burtur og leggja flótibrúgvar í staðin verður mett til fimm milliónir krónur.