Tað er stórur áhugi fyri at byggja íbúðir í Hvalbiar kommunu. Hetta kom týðiliga til sjóndar á einum framløgufundi, sum í kvøld varð hildin í fimleikarhøllini í Hvalbiar skúla. Sambært heimasíðuni hjá kommununi í kvøld, er talan um at byggja íbúðir við Snæbjarnaveg í Hvalba.
- Tað var Jens Christian Joensen, sum stóð fyri tiltakinum og ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan var sera góð. Umleið 70 fólk vóru komin saman í fimleikarhøllini. Jens Christian greiddi frá um tankar, sum eru um at byggja sjey íbúðir á hesum øki.
Sambært heimasíðuni segði Jens Christian Joensen, at talan antin kann gerast um eigara- ella lutaíbúðir - alt eftir, hvør áhugin er.
- Ein greið niðurstøða á fundinum er, at tørvurin á slíkum íbúðum er sera stórur, tí torført er at fáa hús til keyps ella leigu í Hvalba. Jens Christian Joensen segði seg fara at arbeiða víðari við ætlanunum.
Á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu verður lagt aftrat, at fólk, sum eru áhugaði í framløgdu ætlan í kvøld, eru vælkomin at venda sær til joensen09@gmail.com ella á tlf. 216454 um neyvari kunning.
##med2##