70 fólk missa arbeiði í Miðvági

- Endamálið við hesi umlegging er, at Faroe Seafood skal virka við færri eindum, men við somu nøgd av fiski. Vit arbeiða við eini fyritøku, sum skal yvirliva Á tíðindafundi fyri løtu síðan kunngjørdi nevndarformaðurin í Faroe Seafood, Richard Mortensen, at virksemið á fiskavirkinum í Miðvági heldur uppat eftir summarfrítíðina.

Eini 70 fólk, sum eru á lønalista á virkinum, verða nú søgd úr starvi.

Richard Mortensen segði eisini á tíðindafundinum, at samráðingar eru um at leiga fiskavirkið á Tvøroyri út til aðrar, eins og virkið í Fuglafirði helst verður selt øðrum felag.

Hann nevndi eisini, at virkið í Miðvági møguliga verður leigað út til ?annað virksemi?, men vildi ikki siga, um talan verður um fiskaframleiðslu ella annað virksemi.

Ætlanin er eisini, at Faroe Seafood í Vestmanna partvís skal taka upp framleiðsluna, sum verið hevur í Miðvági, soleiðis at bæði upsi og hýsa fara ígjøgnum maskinurnar á Faroe Seafood í Vestmanna.

- Endamálið við hesi umlegging er, at Faroe Seafood frameftir skal virka við færri eindum, men við somu nøgd av fiski. Vit arbeiða við eini fyritøku, sum skal yvirliva, og tí er neyðugt at taka serlig stig.

Richard Mortensen segði, at Faroe Seafood hevur havt samráðingar við fíggingarstovnar í Føroyum og Íslandi og hevur fingið neyðugu tíðina, sum skal til fyri at leiðsla og nevnd kunnu skipa virksemið soleiðis, at raksturin verður betri.

- Endamálið er, at samtakið Faroe Seafood skal gerast sterkari og betri fyri, segði nevndarformaðurin, sum heldur tað vera mest ?skynsamt? at steingja virkið í Miðvági.