Í minsta lagi 70 fólk eru deyð í einum álopi á mótmælisgongur til stuðuls fyri Mursi, frákoyrda forsetan í Egyptalandi, boðar Muslimski Bróðurskapurin frá. Al Jazeera sigur, at 120 fólk eru deyð og túsundtals skadd av álopinum, skrivar Ritzau.
Alla nátt var ófriðarligt í Kairo. Í minsta lagi 23 fólk skulu vera skotin.
- Teir skjóta ikki fyri at særa, men fyri at drepa, sigur Gehad El-Haddad, talsmaður fyri Muslimska Bróðurskapin, sum Mursi var partur av.
Í næststørsta býnum, Aleksandria, eru sjey fólk deyð og 700 fólk særd, skrivar egyptiska tíðindastovan Mena.
Á midnátt boðaði Mohamid Ibrahum, egyptiski innanríkismálalráðharrin, frá, at kravgongur í Kairo verða steðgaðar á lógligan hátt eftir mótmæli frá fólki í býnum.
Hósdagin gav herurin Muslimska Bróðurskapinum 48 tíma freist at koma við í politisku tilgongdina, sum herurin hevur sett í verk eftir kvettið móti frákoyrda foretanum Mohamed Mursi 3. juli. Freistin gekk út seinnapartin.
Síðan fyrsti islamistiska forsetanum í Egyptalandi varð koyrdur frá, er kristni minnilutin aftur vorðin høvuðsmál fyri hevndartiltøkum hjá víðgongdum bólkum.
Meir enn 200 fólk eru dripin, síðan forsetin varð rikin frá valdinum 3. juli.
Frámæla ferðandi
Orsakað av ófriðinum mælir danska Uttanríkismálaráðið nú fólki frá at ferðast til Egyptalands. Undantikin eru tó ferðamannaøkini fram við Reyðahavi og Akabavíkini.
Sambært ráðnum hava egyptisku myndugleikarnir sett fyribils avmarkingar í verk har suðri í Sinai, so akfør ikki sleppa úr býunum frá kl. 18 til kl. 6 á morgni.
Eisini í ferðamannaøkjunum eru mótmælisgongur, men hesi tiltøk eru friðarlig. Útlendingum verður mælt frá at fara millum fólkahópar, skrivar Berlingske.
(Mynd: Scanpix)









