70 fólk arbeiða upsa í Hvalba

Fýra skip hava hesa vikuna landað til fiskavirkið TG Seafood í Hvalba.

Rankin, sum partrolar saman við Vesturleika, hevði 120.000 pund og Vesturleiki, sum landaði í Sørvági, hevði umleið somu nøgd.

Beinissvørð hevur verið inni við 140.000 pundum og partrolararnir, Niels Pauli og Steintór, høvdu eisini 140.000 pund tilsamans.

Meginparturin av veiðini hjá skipunum er upsi.

Ólavur Bjarkhamar, stjóri á TG Seafood, sigur, at fiskur hevur verið til allar dagarnar í hesi vikuni, umframt at nakað liggur niðurfyri til fyrstu dagarnar í komandi viku.

- Tey umleið 70 fólkini, sum arbeiða á fiskavirkinum, hava havt rímiliga støðugt arbeiði, og arbeitt verður fyri tað mesta frá klokkan 8-16, sigur stjórin á TG Seafood.