70 eysturbúgvar góvu Kaj Leo íblástur

(Rás2) Hoyr Kaj Leo í Bartalsstovu greiða frá hvussu tað var at fáa stuðul frá 70 gøtufólkum og leirvíkingum á Heimaey

Gleðin er stór á Vestmannaoyggjunum. Bæði besta mansliðið og besta kvinnuliðið hava vunnið íslendsku steypakappingina, og leygardagin eydnaðist bjargingarroyndin hjá besta mansliðnum í pepsideildini.

 

Millum áskoðararnar var ferðalag úr Eysturkommunu, sum í gjáramorgunin fór í Vestmannaoyggjarnar at halda vikuskifti.

 

 

Jónas ꝥór Næs var millum teir fyrstu ellivu og á vøllinum alla tíðina. Lagið var gott í føroysku leguni og heimaleguni sum heild, tí ÍBV vann 3-0 og tryggjaði sær harvið rættin eisini næsta ár at spæla í bestu deildini.

 

 

Tað restaðu nítjan minuttir, tá ið Kaj Leo í Bartalsstovu varð skiftur inn. Tá var støðan 1-0, og ÍBV hevði lítla løtu frammanundan misnýtt brotsspark. Tríggjar minuttir eftir, at hann var skiftur inn, átti Kaj Leo í Bartalsstovu uppleggið til 2-0 málið, og fagnaðurin var øgiligur, tá ið Kaj Leo í Bartalsstovu fimm minuttir undan leikloki skoraði til 3-0.

KA var síðsta lítla hálva tíman undirmannað, tí Guðmann ꝥórisson sá beinleiðis reytt kort í 63. minutti.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Kaj Leo í Bartalsstovu greiða frá í samrøðu við Rás2 hvussu tað var at koma inn á vøllin frammanfyri 70 gøtufólkum og leirvíkingum, sum stemmaðu í at syngja "Rasmus".

 

 

Kappingarárið er bjargað, og ÍBV sleppur út í Evropa sum steypavinnari. Kaj Leo í Bartalsstovu hevur eitt ár eftir av sáttmála sínum við ÍBV.