70 deyð í vatnflóð og skriðulopum

Áhaldandi grimdarregn í fleiri dagar hevur elvt til skriðulop og vatnflóð í landssynningspartinum av Bangladesh, og sambært myndugleikunum hava í minsta lagi 70 fólk latið lív í havnarbýnum Chittagong og har um vegir.

Myndugleikarnir hava sent hermenn at hjálpa bjargingarliðunum, men skriðurnar og vatnflóðin gera tað torført hjá hermonnunum og bjargingarliðunum at koma teimum neyðstøddu til hjálpar. Regnið darvar eisini samferðsluna. Eitt nú er floghavnin í Chittagong stongd, tí tað er so nógv vatn á breytini.

Veðurtænastan í Bangladesh sigur frá áhaldandi regni teir næstu dagarnar.