70 chattaðu við Heðin

Hósdagin hevði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn úr at gera, tá hann chattaði beinleiðis á netinum við havnaborgarar.

Chattið var opið eina tíma seinnapartin, og eini 70 fólk vóru á linjuni við smærri og størri spurningum.

Spurningarnir umfataðu alt møguligt, líka frá kloakkviðurskiftum, grundstykkjum, íbúðabygging til umstøðurnar hjá fótbóltsfeløgunum í býnum.

Borgarstjórin chattaði við upp móti 10 fólkum í senn. Skipanin er sera einføld og fólki dámdi væl, skrivar heimasíðan www.torshavn.fo.

- Hetta var øgiliga stuttligt at royna og hepnaðist avbera væl. Fólk settu skilagóðar og seriøsar spurningar og gjørdu skjótt av, og tí bar til at avgreiða nógvar spurningar eftir stuttari tíð, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, eftir chattið.

Ætlanin er at halda fram við regluligum chattfundum við borgararnar, tí endamálið er at styrkja nærdemokratiið.

Frameftir er eisini ætlanin, at borgarar skulu kunna chatta við stjórar og umboð fyri fyrisitingina, eins og limir í býráðsnevndum um ávis mál.