70 bilar í kø at sleppa av við ruskið

Stórur ruddingardagur hevur eftir øllum at døma verið í Havn í dag.

Tí við Endurnýtsluna hjá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla stóðu oman fyri 70 bilar í kø at sleppa av við ruski.

Hóast koronatíð, so hevur brennistøðin opið sum vant.

Men tey hava heitt á fólk um at vísa atlit og halda fjarstøðu til tess at minka um smittuvandan frá Korona.

Og alt samskifti frá fyrisitingini við borgarar og viðskiftafólk verður umvegis telefon ella t-post. Endurnýtslan og Tyrvingarplássið hava opið sum vanligt.

Rotttangatømingin koyrir sum vanligt.

Húsarhaldsruskið verður eisini heintað sum vanligt, tó verður mælt til at binda fyri gráa posan vegna smittuvanda.

Bingjan hjá Dugna er stongd vegna smittuvanda.