70 bátsmanningar á bátafestivali

Tað var turt, lítið og einki lot, og sólin skein, tá fólk í Nes kommunu saman við bátafólki og øðrum vitjandi byrjaðu bátafestivalin í dag, sum er hin fjórði í røðini Tá klokkan nærkaðist 15 í dag stevndu einir 60-70 bátar inn móti Oyrahavnini á Toftum. Bátafylgið savnaðist í Skálafirði um 12.30-tíðina, og um 13-tíðina varð kósin sett út á Toftir.

Summir bátar vóru skjótt frammi, men lógu úti fyri bygdini og bíðaðu, til teir, ið aftaná komu, eisini vóru komnir fram.

Tá fólk vóru komin oman í Oyrarnar at taka ímóti, og bátarnir byrjaðu at leggja til bryggju, fór ein bólkur av harmonikuleikarum saman við sangara, sum spældi á guitar, at spæla og syngja.

Harmonikutónarnir saman við sjómanssangum og øðrum, ið fólk kenna, settu sín serstaka dám á løtuna.

Tað var turt, lítið og einki lot, og sólin skein, tá fólk í Nes kommunu saman við bátafólki og øðrum vitjandi byrjaðu bátafestivalin í dag, sum er hin fjórði í røðini, ið Bátafelagið á Toftum skipar fyri.

Róðrar-og seglbáturin Dvørgamoy, sum hevur 10 ár á baki seinni í hesum mánaðinum, var millum bátarnar, sum tóku ímóti fylginum úr Skálafirði.

Felagið aftanfyri Dvørgamoy hevur framsýning í dag í húsunum hjá Fíu á Rætt, har báturin eisini liggur við bátadráttin niðanfyri húsini.

Tá allir bátarnir vóru væl bundnir til bryggju, bjóðaði Bátafelagið á Toftum øllum bátsmanningum út í matstovuna hjá Faroe Seafood til heita suppu, kaffi, te og annað leskandi.