70'ara kvøld í gamla Diskotekklubbanum

Diskotekklubbin letur uppaftur, ið hvussu er eitt kvøld - leygarkvøldið 16. juli.

 

DJ-pionerarnir, Sonne Smith, Tummas Jakobsen og Gissur Patursson leggja plátur á, og farið verður aftur í 70'ini.

 

Fyrireikarar siga, at nógv verður gjørt burturúr, og at fólk kunnu vænta sær eitt øðrvísi kvøld.

 

Áðrenn midnátt er ókeypis ábit at fáa umframt øl og sodavatn.

 

Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.