Gamli handilin við konufólkaklæðum og meturvørum er nú lýstur til sølu.
P/F Skálabúðin í Tórshavn er til sølu. Í lýsing í VikuskiftisSosialinum stendur, at talan er um ein handil, sum selur konufólkaklæðir og eisini meturvørur við øllum tilhoyri. Skálabúðin ein av elstu klædnahandlum í landinum.
Handilin varð settur á stovn í 1946 undir navninum »Magnus Mikkelsen Manufaktur«. Tað vóru Anna Elisabeth og Magnus F. Mikkelsen á Toftum, sum róku handilin tey fyrstu árini. Handilin varð manna millum nevndur »hjá Toftamanninum«.
Seinni yvirtóku Hanna og Óla Christian Skála handilin, sum fekk navnið »Skálabúðin«.
Skálabúðin heldur til í egnum bygningi á Dr.Jacobsensgøtu 21. Bygningurin, sum er í 5 hæddum, er tilsamans 1092 fermetrar til víddar.
Tað eru bæði bygningurin og sjálvur handilin, sum eru lýst til sølu. Sagt verður í lýsingini, at møguligt er at keypa partabrøvini í P/F Skálabúðini, ella at keypa virksemið og/ella bygningin burturúr P/F Skálabúðini. Ognin verður seld um hóskandi boð fæst.