Í morgin letur upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði, har Frits Johannesen og Kristina Joensen sýna fram myndir.
Hetta eru myndir, ið eru málaðar í ár, og flestar teirra eru poetiskar myndir, ið hanga á vegginum og tosa sítt stumma mál. Kenslan av symbolikki logar eisini uppvið. Tey bæði eru skyldfólk, og er tað gubbin og guddóttirin, sum henda dag leiða hvørt annað inn undir bitarnar í Ribarhús, Niðri í Støð. 22. mai fyllir Frits Johannesen sjeyti, og tí verður talan um eina sjeytiáraframsýning hjá honum.
– Symbol merkir á grikskum, eyðkenni, frámerki og snýkir okkurt seg fram í ljósmála, sum bragdar í myndunum, har pávin erpar sær í einum hvønndagsligari tilgongd, og musiskar løtur draga tráð í nál á ein stillføran hátt t. d. saman við eini krokodillu. Jú, tað sum ikki er, tað er, skriva fyrireikararnir.
Til framsýninga, sum letur upp klokkan 16 í morgin, spælir og syngur Jógvan Joensen.