70?ara disko og 80?ara rokk

Leygarkvøldið er nakað heilt serstakt í Deep. Tað verður nevniliga einans 70?ara disko og 80?ara rokkur á skránni alt kvøldið. Deep hevur mangan temakvøld á skránni, og soleiðis verður eisini leygarkvøldið. Hesaferð er talan um 70?ara og 80?ara kvøld.

 

Úr Deep verður sagt, at fólk verða biðin um at lata seg í hóskandi klæði, og ein vinningur verður latin til tann, ið hevur stuttligast 70?ara og 80?ara klæði.