70 ár síðani Hiroshima

Í dag eru 70 ár síðani lagnutunga dagin undir 2. veraldarbardaga, tá USA slepti fyrstu atombumbuna yvir Japan.

6. august 1945 er ein lagnutungu dagur, ið eigur eitt myrkt pláss í søgubókunum, sum dagurin, tá amerikanska flogfarið Enola Gay slepti máttmiklasta vápnið nakrantíð brúkt í kríggi, atombumbuna Little Boy, yvir japanska býin Hiroshima í eini roynd at enda 2. veraldarbardaga.


Valla kundi nakar vita hvussu stóra ávirkan hetta fór at hava fyri eftirtíðina, tí ikki bara endaði hon kríggið, men broytti heimin fyri altíð.


70.000 fólk doyðu í sjálvari spreingingini, meðan tað verður mett at millum 90-000 og 166.000 fólk aftrat doyðu av geislingarsjúku, krabbamein og øðrum ávum av bumbuni.


Tey eygnavitnini, ið yvirlivdu spreingingina, siga at tað byrjaði við einum flottum, ljóðleysum blunki. Síðani minnast tey eina sterka hitaaldu, ið brendi klæðini. Fólkini, ið vóru nærmast uppá spreingingina, doyðu á staðnum.