Føstulávint og sminka hoyra saman, men okkurt er, sum vit eiga at hava í huganum, áðrenn vit mála andlitið, sigur Umhvørvisstovan 7 góð ráð til føstulávint
1. Keyp CE-merkta sminku og tilfar til ítriv
2. Vel vørur uttan anga
3. Smyr eitt tjúkt lag av feitum svanamerktum andlitskremi sum undirlag, áðrenn sminkan verður løgd á
4. Ansa eftir at fáa alt burtur, tá sminkan verður vaskað av aftur
5. Brúka svanamerkt lím. Har mugu ikki vera ftalat og klorerað loysingarevni í
6. Vaska hendurnar á børnum væl, um tey hava verið við til at mála og líma
7. Keypið ikki ítrivsvørur, so sum glimmur, máling ella lím, um tað er vandamerkt
Kelda: Umhvørvisstovan