7. floks næmingar hittast í Dansifrøi í kvøld

Nú fáa allir 7. floks næmingarnir í landinum aftur møguleikan at fara til eitt ókeypis tiltak. Tað eru ungdómshúsini í øllum landinum, í samstarvi við SSP, ið skipað fyri "Náttin er Ung", ið verður í Dansifrøi í Havn fríggjakvøldið 9. mai frá kl. 19.00-23.00.

Nú fáa allir 7. floks næmingarnir í landinum aftur møguleikan at fara til eitt ókeypis tiltak. Tað eru ungdómshúsini í øllum landinum, í samstarvi við SSP, ið skipað fyri "Náttin er Ung", ið verður í Dansifrøi í Havn fríggjakvøldið 9. mai frá kl. 19.00-23.00.

 

Hetta tilboðið er roynt áður. Í fjør var tiltakið í Vágum, í 2012 var eitt stórt tiltak í Klaksvík, og í 2011 var eitt líknandi tiltak fyriskipað í Havn.

 

Í tøttum samstarvi við SSP, so verður aftur í ár ein fjøltáttað skrá fyri kvøldið, har m.a. dansibólkurin KTM fara at vísa síni kynstur. Eisini kemur ein blandaður tónleikabólkur mannaður við ungdómi úr Pakkhús 4 á Tvøroyri at framføra nakrar sangir. Afturat hesum kemur eitt gentukór úr Margarinfabrikkini at framføra nakrar sangir. Høvuðsbólkarnir til tiltakið verða ungu garparnir úr Klaksvík "Grandma's Basement" og "DJ Sunflower", ið áður hevur verið við til Náttin er Ung.

 

Aftur í ár verður skipað fyri eini FIFA kapping á stórskíggja. Kappingin verður skipað á tann hátt, at tað verða 2 og 2 ungdómar, ið leika í móti hvørjum øðrum. Vinnaraliðið fær ein vinning.

 

Sum nakað nýtt, so verður ein "make up stova" sett upp, har tað verður møguleiki at pynta seg eitt sindur til høvi.

 

Tiltakið er ókeypis og verður í Dansifrøi í Tórshavn fríggjakvøldið 9. mai kl. 19.00, og sjálvandi er tiltakið í rúsfríum umhvørvi. Ungdómarnir í økjunum uttan fyri Tórshavn fáa tilboð um skipaða ferðing til og frá tiltakinum.

 

Fyriskipararnir vóna at undirtøkan verður góð aftur í ár.