Fyrsta september skulu føroyingar seta kross við tað valevni, ið tey ynskja skulu stjórna landinum næstu fýra árini.
Løgtingsvalnevndin, ið skal tryggja at alt gongur rætt fyri seg, hevur nú kunngjørt listan yvir tey valevnir, ið bjóða seg fram.
Tað skortar so ikki upp á valmøguleikar, tí 01. september kann veljarin velja millum sjey flokkar og 169 valevnir.
Av teimum hevur Tjóðveldi størsta listan. 31 valevnir bjóða seg fram á lista E.
Harnæst kemur Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, ið hava hvør síni 30 valevnir, meðan fjórði stóri flokkurin, Fólkaflokkurin hevur 28 valevnir.
Framsókn og Nýtt Sjálvstýri hava hvør síni seytjan valevnir, meðan Miðflokkurin hevur sekstan valevnir.