7% færri ferðafólk í juni mánað

Fyrra hálvár í ár hava 11% færri fólk ferðast um floghavnina

Í juni mánað hava tilsamans 20.731 fólk ferðast um floghavnina. Hetta eru 7% færri enn í juni mánað í fjør, tá ferðafólkatalið var 22.293.

Higartil í ár hava tilsamans 91.542 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 11% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 102.813.

Fyrra hálvár í ár hevur afturgongd verið á øllum farleiðum uttan á Íslandsleiðini. Har var ein vøkstur uppá 9,7%. Á Danmarkar leiðunum hevur afturgongdin verið 8,8%, Noregsleiðunum 38,1% og Bretlandsleiðunum 49,4%. Ongin frálandaflúgving hevur verið í ár, meðan 1.275 ferðafólk vóru flutt í frálandavinnuni fyrra hálvár í fjør.

Í juni mánað komu og fóru 488 flogfør. Tað er 10,6% færri enn í juni í fjør, tá 546 flogfør komu og fóru um floghavnina.

Fyrra hálvár í ár komu og fóru 2.197 flogfør um floghavnina. Tað er 21,8% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 2.809 flogfør komu og fóru um floghavnina.

Í juni var samlaði flogfarmurin 86,2 tons svarandi til 19,9% meiri enn í juni í fjør, tá farmamongdin var 72,0 tons.

Fyrra hálvár í ár var samlaða farmamongdin 406,1 tons svarandi til 1,9% minni enn sama tíðarskeið í fjør, tá farmamongdin var 413,9 tons.

Útgreinaði hagtøl finnast á heimasíðuni hjá Vága Floghavn www.floghavn.fo