At skúlaflokkar í Føroyum vitja floksfelagar í útlandinum og øvugt hevur verið siður gjøgnum mong mong ár. Serliga hava føroyskir fólkaskúlanæmingar vitjað í Danmark. Neyvan man tað vera oftani, at føroyskur skúlaflokkur leitar longu leiðina til Grønlands. Hetta er eitt bæði stórt og krevjandi tak. Ta stóru avbjóðingina megnaði 7.d úr Hoyvíkar skúla at liva upp til, við stuðuli frá skúla, foreldrum og stuðlum.
Fyrr í ár fóru næmingar úr 7.d í Hoyvíkar skúla til Grønlands, har teir vitjaði 7.u í Edvard Kruses skole í Uummannaq. Ferðin kom í lag eftir at flokslærari teirra, Jonna Færø sjálv hevði undirvíst á skúlanum frá 1997 til 99. Jonna gjørdist so hugtikin av Grønlandi og fólkinum har, at hon heimafturkomin longu í 1. flokki fór undir at greiða næmingum frá Grønlandi. Í 2005 vóru tveir grønlendskir næmingar og foreldur teira úr Uummannaq á vitjan í Hoyvíkar Skúla. Tey hildu fyrilestrar og vístu film, ið varð upptikin av børnum úr Uummannaq, eitt nú á hundasleðu. Í januar 2006 varð so skipað fyri eini framsýning um Grønland í SMS, har bæði foreldur og næmingar luttøku. Seinni var so evnisvika í Hoydølum við evninum ” Børn í fremmandari mentan”. Nú lá so dreymaferðin fyri framman.
Grønlendsk børn vitja
7.d í Hoyvíkar skúla hevur síðani tey gingu í 2. flokki regluliga havt vitjan av tveimum børnum úr Uummannaq skúla. Tey hava verið við í undirvísingini og hava fingið góðar vinir í flokkinum. Eisini hava tey tikið lut í dagligdegnum hjá føroysku næmingunum bæði heima og í frítíðini. Í flokkinum ganga eisini tveir næmingar, sum hava gingið í skúla í Grønlandi, har tey hava búð saman við foreldrum.
Eftir tógvið stríð fyri at fáa stuðul og skipa fyri tiltøkum eydnaðist tað Jonnu í tøttum samstarvi við bæði næmingar og teirra avvarandi at fáa lagt lunnar undir eina Grønlandsferð. Ferðin í Grønlandi gjørdist eitt ógloymandi upplivilsi fyri lívið fyri næmingarnar, sum sluppu at royna hvørt av sínum, eitt nú túr á hundasleðu. Tey sluppu at royna kópaskinsklæði og buksur úr ísbjarnaskinni. Tey royndu grønlendskan mat og vitjaðu jólamannin, sum er heimskendur. Tey vóru til konfirmatión í kirkjuni á staðnum, har dóttur til føroyska kvinnu, ið er gift og býr í Uumannannaq varð konfirmerað.
Endamálið
Felags søguliga bakgrundin, ið Føroyar og Grønland hava, er ein náttúrlig avleiðing av ríkisfelagsskapinum við Danmark. Føroyar eru fiskivinnutjóð og hava gjøgnum øldir havt tætt samstarv við Grønland á hesum øki. Okkara mál er at geva føroysku og grønlendsku næmingunum eitt støði at byggja á, so tey betri skilja samfelag og mentan hjá hvørjum øðrum.
Nógv er at siga frá á hesi ótrúligu ferð, og tað hava fólk møguleika at hoyra og síggja meira til á einum spennandi tiltaki í Miðlahúsinum hóskvøldið 22. november klokkan 19.30. Tá fer Jonna at vísa myndir frá ferðini og greiða frá, næmingarnir fara somuleiðis at greiða frá sínum upplivingum, og vit fara eisini at síggja livandi myndaupptøkur, sum kendi føroyski sjónvarpsmaðurin Zacharias Hammer tók upp. Hann var nevniliga við á túrinum og er ætlanin at vísa film frá ferðini í sjónvarpi seinni.
Hesi gjørdu ferðina møguliga
Her eru nøvnini á stuðlunum hjá 7.d í Hoyvíkar skúla
• P/F JFK
• SP/F Framherji
• SP/F AWI FØROYAR
• P/F J&K Petersen Contractor
• Eiler Jacobsen
• P/F Hotel Føroyar
• P/F Hotel Tórshavn
• P/F Enniberg
• SP/F Berg Motors
• Gávugrunnur Sparikassagrunnur Eik.
• Norðoya Sparikassi
• Føroya Banki
• SP/F SPEKT Statsaut. Revisor
• I/F Advokatfelagið
• I/F Advokatskrivstovan
• Rúnarvíkar Kommuna
• Tórshavnar Kommuna
• Mentamálaráðið
• Nunafonden Nuuk
• Nata Nuuk
• Nordplus Junior
• Statoil
• BP Amoco Exploration
• Farodane
• SP/F 3-arin GROUP
• Frímerkjadeildin
• Atlantic Airways
• Shell
• Radiohandilin
• Flykran
• Skálabúðin
• Haraldsen Fuglafjørður
• P/F Trol
• Elding
Hoyvíkar skúli og flokkurin 7.d saman við foreldrum takkar stuðlunum fyri, at teir gjørdu tað møguligt at gera eina ógloymandi ferð á hundasleðu í Norðurgrønlandi.