7. a og 7. b latið Barnabata og Føroysku barnahjálpini 37.000 kr

Barnabati hevur fingið 18.500 kr. til børn í Føroyum, ið liva í fátækaraváða, og Føroyska barnahjálpin hevur fingið 18.500 kr. til fátæk børn í menningarlondum.

Hetta skrivar Skúlin á Argjahamri á síni heimasíðiu.

Innsavningarverkætlanin hjá 7. flokkunum kom í lag, tá siðbundni jólasjónleikurin, sum 7. flokkarnir altíð standa fyri, í síðstu løtu mátti avlýsast vegna korona. Næmingarnir skuldi tó ikki snýtast fyri eina verkætlan, so í staðin fyri at fara í gongd við venjingarnar til sjónleikin ”Gentan við svávulpinnunum”, sum ætlað, valdi tey at fara í holt við eina innsavningarverkætlan við kenda ævintýrinum sum snúningsás.

Sum partur av verkætlanini hava næmingarnir m.a. gjørt eina heimasíðu, ein teknifilm, ein online jólakalendara, selt jólapynt, ið tey sjálvi hava gjørt, gjørt og selt mat á skúlanum og havt  eitt kór, ið hevur verið úti og sungið fyri ymsum fyritøkum.

Næmingarnir í 7. flokkunum eru sera fegnir um úrslitið og ynskja at takka so hjartaliga fyri allan stuðul, ið tey hava fingið bæði frá heilsølum og handlum, ið hava latið tilfar, fyritøkum, ið hava umbiðið kórið, og øllum teimum, sum hava keypt jólaprýði og mat frá flokkunum. Eisini eru næmingarnir takksamir fyri fittu og rósandi afturmeldingarnar, ið tey hava fingið, tá tey hava verið úti og sungið.

Á heimasíðuni hjá Skúlanum á Argjahamri síggjast eisini leinkja til teknifilminog fleiri myndir frá tiltakinum.