7,6 milliónir eyka til landsstýrið

Karsten Hansen hevur biðið løgtingið samtykkja eykafíggjarlóg, sum økir útreiðslurnar við 7,6 milliónum. Talan er um pengar, sum fíggjarnevndin hjá løgtinginum longu hevur játtað til mál, sum hava skund

Tað størsta útreiðslan í eykafíggjarlógini fyri 2000 er 4,3 milliónir krónur, sum fíggjarnevndin játtaði eftir skriðulopini í heyst. Tað hevði skund at játta peningin, so bøtast kundi um vegakervið, og tí samtykti fíggjarnevndin eitt fíggjarnevndarskjal uppá 4,3 milliónir krónur.

Men hóast fíggjarnevndin longu hevur játtað peningin eina ferð, so ásetir stýrisskipanarlógin, at øll fíggjarnevndarskjøl skulu leggjast fyri løgtingið í einari eykafíggjarlóg áðrenn 31. desember. Løgtingið skal samtykkja allar eykajáttanir, sum fíggjarnevndin frammanundan hevur játtað.

Talan er um seks eykajáttanir. Tann næstsørsta er 1,4 milliónir krónur, sum fíggjarnevndin játtaði til at leiga avloysaraskip fyri Dúgvuna, sum tók botn í Leirvík. Harumframt hevur fíggjarnevndin játtað einum organdonori 100.000 krónur í endurgjaldi fyri lønarmiss. Ein yvirlækni á Suðuroyrar sjúkrahúsi hevur fingið 992.000 krónur í endurgjaldi fyri mist vaktargjald. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna hevur hækkað lønarkarmin 327.000 krónur, og tann síðsta eykajáttanin fór til Føroya sjómanskúla, sum skuldi brúka 471.000 krónur til at leiga eitt skip til siglingarvenjing hjá næmingunum.

Talan er um 7.590.000 krónur tilsamans, og løgtingið viðgjørdi málið fyrstu ferð á tingfundinum seinnapartin í gjár.