Hesar dagarnar verða tær fyrstu flytingarnar av eftirlønum gjørdar, síðan lógarbroytingarnar um skatting av eftirløn við inngjald komu í gildi.
Nýggjastu tølini úr afturhaldsskipanini hjá TAKS siga, at hósdagin 27. januar vóru 10.052 eftirlønarflytingar farnar um afturhaldsskipanina.
Fluttar eru 22,37 miljónir krónur. Av hesum eru 19,221 miljónir krónur fluttar á føroyskar eftirlønarskipanir, og restin er farið á eftirlønaruppsparingar uttanlands.
Av teimum 19,221 mijónum krónunum, eru afturhildnar 7,689 miljónir í skatti. Um eftirlønirnar, sum vóru fluttar av landinum, vórðu skattaðar, so hevði samlaða skattaupphæddin verið 8,949 miljónir krónur.
Tað upplýsir Taks í tíðindaskrivi í dag.