7,2 milliónir krónur latnar í granskingarstuðuli

Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til 11 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar 7.201.790 krónur til verkætlanir á økjunum mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsa.

 

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2016, eru:

 

Mentan:

Elisabeth Holm: Nýggjar tíðir, ‘nýmælt í føroyskum’ og samfelagsmálvísindi i í sambandi við integratiónin á arbeiðsmarknaðinum: Avbjóðingar og møguleikar

Ph.d. verkætlan á Herriot-Watt University – játtan kr. 412.375

 

Jógvan í Lon Jacobsen: Broytingar í føroyskum málføri í tvey ættarlið. Hvussu, hvussu skjótt og hví?

Verkætlan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 887.795

 

Hildur Patursson: Føroyski barnagarðurin í mentanarsøguligum høpi

Verkætlan á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 242.358

 

Paula Gaard: Bókaummæli og –kritikkur í føroyska bókmentastovninum

Ph.d. verkætlan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 1.112.098

 

Náttúra og náttúrutilfeingi:

Sjúrður Hammer: Árin av veðurlagsbroytingum á føroyskan kjógva

Verkætlan á Umhvørvisstovuni – játtan kr. 80.000

 

Matur:

Urd Grandorff Bak: MacroPro – Framleiðsla av makrotara til matna & fóður við pre-and pro-biotic (livin) eginleikum og sevju til taðingarevni

Verkætlan á Ocean Rainforrest – játtan kr. 900.000

 

Samfelag:

Regin Berg: Føroyskur politikkur – Millum løggildi og vald. Ein kanning av óformligum politiskum støðutakanum

Ph.d. verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 1.100.000

 

Jóhannes Miðskarð: Námsfrøðilig leiðsla í dagstovnum

Verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 87.164

 

Heilsa:

August G. Wang: Vandaílegur fyri ADHD í Føroyum

Verkætlan á Ílegusavninum – játtan kr. 780.000

 

Maria Skaalum Petersen: Parkinson sjúka í Føroyum – ein langtíðar kanning

Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – játtan kr. 500.000

 

Annbjørg á Høvdanum: Møði hjá føroyskum fiskimonnum

Ph.d. verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – játtan 1.100.000

 

26 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt 21,7 milliónir krónur.

 

 

Við játtanunum í hesum umfarinum eru nærum 200 verkætlanir stuðlaðar síðani skipanin við granskingarstuðli varð sett á stovn fyri 20 árum síðani. Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2015 sæst her.