- 7-1 sigurin ger Týskland til favorittar

Tað sigur HB málverjin, Teitur Matras Gestsson, tá hann skal meta um HM finaluna, sum verður leikt í annaðkvøld.

HB málverjin Teitur Matras Gestsson væntar at Týskland stendur eftir sum heimsmeistari, tá finalan í annaðkvøld er yvirstaðin. Hann heldur at 7-1 sigurin á Brasil ger stóran mun fyri sjálvsáliti á tí týska liðnum.

 

Og so sigur hann eisini at longda leiktíðin hjá Argentina í hálvfinaluni mikukvøldið, kemur at vera ein fyrimunur hjá týska liðnum.

 

Sunnukvøldið spæla Argentina og Týskland HM finalu. Hvør væntar tú vinnur finaluna og hví?

Eg vænti at Tyskland vinnur finaluna. Teir hava ein góðan og breiðan hóp og minni minuttir í beinunum enn Argentina. Tað er ein fyrimunur fyri Týskland eisini, um tað skuldi enda við longdari leiktíð. Eg trúgvi eisini, at sjálvsáliti eftir ein 7-1 sigur á Brasil, ger tað, at teir eru favorittar til finaluna.

 

Nú tá kappingin nærkast endanum, hvønn sært tú so sum tað stóra yvirraskilsi til hetta HM endaspælið?

Størsta yvirraskilsi í ár er heilt sikkurt Kosta Rika. Teir hava bergtikið øll við sínum flotta avriki í ár.

 

Og hvat lið hevur verið tað størsta vónbrotið?

Og Spania er heilt avgjørt tað stóra vónbrotið í ár. Eg haldi at øll kunnu vera samd um, at teir hava verið tað størsta vónbrotið undir HM endaspælinum.