Regin Jóanesarson, sum hin 13. desember í ár fyllir sjeyti, er óførur rennari. Hann byrjaði at renna flaggdagin í 1989 og hevur runnið nógv øll árini síðan henda dag.
Vanliga rennur hann einar tríggjar ferðir um vikuna, millum fimm og átta kilometrar hvørja ferð. Men, Regin hevur ikki bara runnið her heima í Føroyum.
Seinnu árini hevur hann runnið ikki færri enn seks full marathon, og hann hevur runnið bæði í Berlin, Keypmannahavn, Stockhólmi og í Athen.
Um nakrar dagar fer Regin aftur upp á fartin, tó at hann um minni enn tveir mánaðir fyllir sjeyti ár.
27. oktober fer hann nevniliga til New York at renna fult marathon og sjálvur dagurin, tá runnið verður, er allahalgannadagur, 1. november.
- Eg havi nú fingið startnummar 68390 til TCS New York City Marathon - og eg gleði meg.
Tað skrivaði Regin Jóanesarson á sínari facebook-síðu í gjár.
Tá In.fo skifti orð við Regin í mai mánaði í ár, var avgerðin um at renna í New York longu tikin, men tá visti hann ikki um aðrar føroyingar, sum fóru hagar at renna.
Hóast aldurin, ætlar hann sær ikki at gevast at renna fyribils. Hann hevur eisini teknað seg til fult marathon í London í 2019.
- Her standi eg í løtuni á bíðilista, men havi goldið depositum á 1000 krónur, segði hann, tá In.fo hitti hann í mai mánaði í ár.










