Í dag eru 67 ár, síðani amerikanararnir sleptu einari kjarnorkubumbu niður yvir japanska býin Hiroshima. Umleið 140.000 fólk lótu lív.
Í dag var minningarhald í býnum, og umleið 50.000 fólk vóru til haldið. Millum luttakararnar var Clifton Truman Daniel, sum er abbasonur fyrrverandi amerikanska forsetan Harry S. Truman, sum gav boð um at brúka tær fyrstu kjarnorkubumburnar ímóti Japan.
-Eg eri annað ættarlið eftir hann. Nú er tað mín ábyrgd at gera alt, sum eg kann, fyri at forða fyri, at kjarnorkuvápn verða brúkt aftur, segði hann.
Tríggjar dagar aftan á álopið á Hiroshima sleptu amerikanararnir einari kjarnorkubumbu niður yvir býin Nagasaki. 80.000 fólk doyðu. Eina viku seinni góvust japanar formliga við krígnum.










